Forlagið Hemlið

Gestur hjá veruleikanum eftir Per Lagerkvist

180 DKK

Gestur hjá veruleikanum er sjálvsævisøguliga frásøgnin hjá Pär Lagerkvist. Hon er um tann lítla dreingin Anders og uppvøkstur hansara við eini jarnbreytarstøð í tí  svenska smábýnum um aldarskiftið 1900. Anders sær umheimin sum ígjøgnum eitt vindeyga og livir heilt í sínum egna veruleika, og hann hugsar nógv um tað, sum hendir uttan um hann. Bókin lýsir ta spennandi ferðina á skinnaravagninum við pápanum, sum arbeiðir á jarnbreytastøðini, út at vitja abban og ommuna, sum búgva á einum bóndagarði úti á landinum.


Brot úr Brævaskiftið millum Abelard og Heloise

Har var nevniliga í sjálvum býnum Paris ein ung genta, sum æt Heloise, hon var bróðurdóttir ein kannik, ið æt Fulbert. Við einum brennandi áhuga, sum einans kundi samanberast við hansara stóra kærleika til hennara, hevði hann strembað eftir, at hon skuldi fáa ta bestu útbúgving í øllum handa vísindaligum innliti, sum hann megnaði at útvega henni. Í vakurleika stóð hon yvir mongum, í kunnleika yvir øllum. Tí tess sjáldsamari henda dygdin, vísindaligt innlit, er hjá kvinnum, tess størri viðurkenning var tað fyri eina unga gentu, at hon gjørdist víðagitin í øllum ríkinum. Tá eg sostatt hjá henni bar eyga við allar teir eginleikar, sum plaga at draga tey elskandi, metti eg hana at vera ta røttu at sameinast við meg í kærleikans bondum, og eg helt, at tað fór at eydnast lættliga. Eg hevði nevniliga tá eitt so stórt navn og hevði so nógv av ungdómsins og vakurleikans yndi, at eg als ikki óttaðist at fáa krakk, líka mikið hvørjari kvinnu eg gav mín kærleika. Annars helt eg, at henda unga gentan so mikið lættari fór at lata sær lynda sum eg vildi, sum hon, tað ið eg visti, bar av øllum øðrum í kunnleika og kærleika til vísindina, so at vit, hóast hvør á sínum stað, við tí skrivaða orðinum kundu kunnast um hvørt  annað, skriva mangt meira djarvt, enn tað var møguligt í eini samrøðu, og soleiðis altíð undirhalda hvørt annað á ein skemtiligan hátt.

Soleiðis á gosi av kærleika til hesa ungu jomfrúnna leitaði eg eftir einum høvi at vinna hennara álit við at vera saman við henni í sama húsi, fyri soleiðis lættari at fáa hana at geva eftir. Fyri at røkka hesum skeyt eg upp fyri áðurnevnda pápabeiggja, við nøkrum av hansara egnu vinum sum millummonnum, at hann skuldi veita mær vistarhald  í húsi sínum, sum lá nær við skúlan, móti einum gjaldi, sum hann sjálvur legði á; sum grund látst eg sum, at omsorgan fyri mínum egna húski darvaði mína gransking almikið og plágaði meg við órímiliga stórum útreiðslum. Nú var maðurin sera grammur eftir vinningi og vegna bróðurdóttrina sera ivrigur eftir, at hon støðugt fór fram í vísindaligum lærdómi.  Av hesum báðum grundum fekk eg lættliga hansara samtykki og náddi tí eg vildi, eftir sum hann bæði av øllum huga tysti eftir pengum og helt, at bróðurdóttirin fór at heysta ein ágóða av mínari undirvísing. Við hesum í hyggju díkti hann meg undir við bønum og áheitanum og stuðlaði soleiðis mínum ynskjum meira, enn eg hevði torað at vóna, og greiddi mær vegin til kærleikan, við tað at hann heilt leit mær upp í hendur at leiðbeina hana, soleiðis at eg, hvørja ferð eg kom heim úr skúlanum og hevði stundir til tað, um tað so var á degi ella á nátt, skuldi arbeiða við at undirvísa henni og tykta hana hart, um eg varnaðist, at hon vanrøkti sínar skyldur. Eg kundi ikki annað enn at gerast steinbilsin av tí góðvarni, hann vísti í hesum máli og hevði ikki verið meira ovfarin, um hann hevði latið eitt smálamb í varðveitslu hjá einum svongum úlvi. Tá hann soleiðis gav hana í mína varðveitslu, ikki bara fyri at eg skuldi undirvísa henni, men enntá eisini tykta hana hart, hvat gjørdi hann so annað enn at geva mær fult frælsi at fremja mín vilja og sjálvt móti okkara vilja bjóða okkum eitt høvi, eins og eg ikki fekk rokkið málinum við keli og kíni, men lættari megnaði at noyða hana við hóttum og sløgum? Men tað vóru annars tvinnanda serligar umstøður, sum mest forðaðu honum í at fáa ósømiligan illgruna, kærleikin til bróðurdóttrina og tað orð fyri at vera fráhaldandi, eg higartil hevði havt á mær.