Forlagið Hemlið

Fedrar og Synir eftir Ivan Turgenjev

120 DKK

Fedrar og synir eftir Ivan Sergejevitj Turgenjev (1818-83) er ein klassikari í heimsbókmentum. Skaldsøgan lýsir tað russiska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og synirnir umboðaðu tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla lenssamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna. 


Brot úr Fedrar og Synir

Einir fjúrtan dagar vóru gingnir, og lívið á Marjino gekk sína vanligu gongd. Arkádij livdi eitt satt sybaritlív, meðan Basárov arbeiddi. Alt húskið hevði vant seg við hann, við hansara ósketna atburð og hansara stuttorðaðu men fyndugu talu. Serliga Fenitjka var vorðin so væl kend við hann, at hon læt hann vekja eina náttina, tá ið Mitja hevði fingið krampa. Hann kom í stundini, sat hjá henni tveir tímar og prátaði hálvt skemtandi og geispandi og hjálpti barninum.

      Harafturímóti hataði Pável Petróvitj Basárov av heilum hjarta. Hann helt, at hann var hástórur, frekur, kensluleysur og hartil ... ein plebeiari. Hann hevði varhugan av, at Basárov ikki hevði virðing fyri honum, at hann kanska heldur vanvirdi hann ... hann, Pável Kirsánov!

      Nikoláj Petróvitj var eitt sindur bangin fyri hesum unga “nihilistinum” og ivaðist í tí gagni, sum hansara ávirkan hevði á Arkádij . Men hann lurtaði fegin eftir honum og var ofta hjástaddur, tá hann gjørdi sínar alisfrøðiligu og evnafrøðiligu royndir.

      Basárov hevði tikið sjóneyku sína við sær og kundi starvast við henni í tímavís.

      Sjálvt tænastufólkini vóru farin at dáma hann, hóast hann helt tey fyri gjøldur; tey kendu við sær sjálvum, at hann var ein teirra, og eingin bárin. Dunjásja gnisaði gjarna við honum og sendi honum í duldum talandi eygnaskot hvørja ferð hon – titandi sum ein lítil lynghøna, rann framvið.

      Sjálvt Pjotr, sum annars var eitt ógvuliga innbilskt og tápuligt fólk, sum altíð gekk illbrýnt um, og hvørs einasta dygd var, at hann var kurteisligur, dugdi at stava og busta frakka sín vandaliga, - sjálvt Pjotr brosaði og læði um alt andlitið, bert Basárov snúði sær til hansara. Og dreingirnir úti í túninum runnu aftan á “læknanum” sum smáir hundahvølpar.

      Prokófjitj var tann einasti, sum ikki dámdi hann. Hann gekk honum múlatrútin til handa við borðið, og rópti hann í loyndum “lúsakjálka” og “landastrok” og vissaði um, at hann við sínum vangaskeggi líktist einum svíni í einum runni. Prokófjitj var á sín hátt ikki minni aristokratur enn Pável Petróvitj.

      Vakrastu dagarnir í árinum, teir fyrstu junidagarnir, komu. Veðrið var av tí besta; gaman í hótti koleran aftur, - men øll í hesum guvernørøkinum høvdu longu vant seg við, at hon vitjaði tíðum.

      Basárov var framvegis tíðliga á fótum og gekk einar tvær, tríggjar verst út á landið, ikki fyri at spáka, - hann kundi ikki torga at ganga út í tóman heim, - men fyri at savna plantur og skordýr. Við hvørt tók hann Arkádij við sær. Á heimleiðini vavdu teir seg regluliga í orðadrátt um okkurt evni, har Arkádij altíð var hann, ið var við undirlutan, hóast hann tosaði nógv meira enn vinmaðurin.

      Ein dagin vóru teir burturstaddir longri enn vanligt. Nikoláj Petróvitj var farin út í urtagarðin at hitta teir. Tá ið hann kom til leyvsmáttuna hoyrdi hann knappliga kviku fetini frá teimum ungu og røddirnar. Teir komu hinumegin frá og sóu hann tí ikki.

      “Tú kennir ikki pápa,” segði Arkádij . Nikoláj Petróvitj steðgaði og krógvaði seg aftan fyri ein runn.

      “Pápi tín er ein fittur fýrur,” svaraði Basárov, - “men hann hoyrir tí gomlu tíðini til, hansara vísa er kvøðin.”

      Nikoláj Petróvitj lurtaði kroystur. Men Arkádij svaraði einki ...

      Maðurin, sum hoyrdi “gomlu tíðini” til, stóð eina løtu uttan at vika seg og slapp sær so spakuliga aftur til hús.

      “Fyrradagin sá eg, at hann las Púsjkin,” helt Basárov tó fram. – “tú skuldi greitt honum frá, at tað er at spilla sína tíð og kreftir burtur! Hann er tó einki barn longur, tað má vera tíð uppá, at hann heldur uppat við slíkum fjákalótum. Og hvussu ber yvirhøvur til at vera romantikari í okkara tíð! Gev honum tó heldur okkurt skilagott at lesa.”

      “Hvat skuldi tað verið?” spurdi Arkádij .

      “Á, tú kundi til dømis byrjað við at givið honum Büchners “Stoff und Kraft.”

      “Ja, tað havi eg sjálvur hugsað um,” segði Arkádij samtykkjandi.

      “”Stoff und Kraft” er jú ein bók, skrivað fyri vanlig fólk og er løtt at skilja ...”

      “So hava vit báðir altso fingið okkara dóm,” segði Nikoláj Petróvitj sama dag eftir døgurðan við bróðir sín, tá hann sat í stovu hansara. “Vit hoyra upp í teir frá teirri “gomlu tíðini”, okkara vísa er kvøðin. Men hvat? Kanska hevur Basárov rætt. Eg má bara viðganga, at eitt einasta pínir meg: eg hevði vónað at komið Arkádij reiðiliga nær hesa tíðina og verðið vinur hansara, og so vísir tað seg, at eg dragni afturúr, meðan hann rennur frá mær, og vit als ikki skilja hvør annan longur.”

      “Men hví heldur tú nú, at hann er frammanundan tær? Og er hann í roynd og veru so øðrvísi enn vit?” segði Pável Petróvitj ótolin. – “Tað er hasin signor, hasin nihilisturin, sum hevur gjørt hann í ørviti, tað er støðan! Eg hati handan býtta lítla læknasonin! Hann er einki annað enn ein kritlari, og eg eri vísur í, at hann, hóast allar sínar froskar, ikki dugir eitt petti av alisfrøðini.”

      “Nei, kæri bróðir, soleiðis mást tú ikki siga. Basárov er bæði klókur og hevur stóran kunnleika.” –

      “Ja, og er sjálvvissur í óhugnaligan mun!” breyt Pável Petróvitj hann av.

      “Ja,” viðmerkti Nikoláj Petrovitsj, “sjálvvissur tað er hann. Men tað ber helst ikki til uttan tað. Tað er bert eitt, eg ikki skilji. Mær tykir, eg havi gjørt alt, ið eg kann, fyri at fylgja við tíðini. Eg havi loyst bøndurnar, sett í verk ábøtur, so eg beinleiðis verið ákærdur fyri at vera “reyður” í øllum guvernørøkinum. Eg lesi og granski, geri mær yvirhøvur ómak fyri at halda meg á hædd við krøvini í nýggju tíðini ... Og so siga teir kortini, at mín vísa er kvøðin! Veitst tú hvat, kæri bróðir, mær tykir við hvørt, at hon er tað.” –

      “Hví?” –

      “Jú, eg skal siga tær tað. Í dag sat eg og las Púsjkin ... Tað var “Sigoynararnir”, minnist eg ... Knappliga kemur Arkádij yvir til mín við einum eygnabrá av blíðari ákæru og tekur heilt varisliga, sum var eg eitt barn, bókina frá mær og leggur eina aðra tjúkka bók í hendur mínar ... Hann brosaði bert og tók Púsjkin við sær.”

      So! Hvat var tað so fyri bók, hann gav tær?”

      “Hesa.”

      Og Nikoláj Petróvitj tók níggjundu útgávu av Büchners nógv umrødda verki upp úr frakkalummanum.

      Pável Petróvitj vendi og snaraði bókini í hondunum. “Hm,” murraði hann so. – “Eg síggi, Arkádij Nikolájevitj tekur sær av uppaling tíni. Íðan, royndi tú so at lesa í henni?”

      “Ja.”

      “Íðan og?” –

      “Ja, annaðhvørt eri eg býttur, - ella er tað nakað møsn, sum stendur í bókini. Tað má helst merkja, at eg eri býttur.”

      “Hevur tú ikki gloymt tað týska?” spurdi Pável Petróvitj

      “Nei, eg skilji alt.”

      Pável Petróvitj snaraði bókina millum hendurnar og hugdi frá síðuni upp á beiggja sín. Báðir tagdu.

      “Annars,” byrjaði Nikoláj Petróvitj, sum helst vildi flyta samrøðuna inn á okkurt annað: “Eg havi fingið bræv frá Koljasin.”

      “Frá Matvéj Iljitj? –

      “Ja, frá honum. Hann er komin til X... fyri at sýna guvernørøkið. Hann er nú ein múgvandi maður og skrivar, at hann, - eftir sum vit jú eru skyldmenn, fegin vil hitta okkum. Hann bjóðar okkum og Arkádij inn til býin til sín.” -

      “Fert tú hagar?” – spurdi Pável Petróvitj.

      “Nei, og tú?” –

      “Nei, heldur ikki eg. Tað lønar seg satt at siga ikki at koyra fimti verst fyri at eta rabarbugreyt. Mathieu vil sjálvandi fegin sýna seg fyri okkum í allari síni dýrd! Harrin veri við honum! Hann hevur jú nóg nógvar fjepparar í øllum guvernørøkinum, so man hann kunna vera okkum fyriuttan! Sum um tað skuldi verið nakað serligt at gerast fúrstaráðgevi! Hevði eg verðið verandi í tænastuni, hevði eg nú verið generaladjútantur. Og so hoyra vit báðir, tú og eg, jú eisini teirri gomlu tíðini til.”

      “Ja, kæri bróðir, eg haldi, tað er í tøkum tíma, vit bíleggja okkum gravstað og leggja okkum hendur í favn,” helt Nikoláj Petróvitj fyri við einum suffi.

      “Ná ... eg fari nú ikki at geva meg so skjótt,” mutlaði bróðir hansara. – “Eg man fara at hava enn eina hólmgongu við henda læknan, tað havi eg varhugan av.”

      Hólmgongan fór fram longu sama kvøldið við teborðið. Pável Petróvitj kom oman í stovuna fúsur at skeldast, uppøstur og avgjørdur um at stríðast tað dýrasta, hann var mentur.

      Hann bíðaði bara eftir einum høvi at leggja á fíggindan, men tað vardi leingi, áðrenn hann fann eitt. Basárov tosaði nevniliga lítið, tá ið teir “gomlu Kirsánovarnir” vóru hjástaddir, (soleiðis hevði hann beinan vegin skýrt brøðurnar), og serliga hetta kvøldið var hann í ringum lag og drakk tigandi ein koppin av te fyri og annan eftir. Pável Petróvitj brann av ótolni. Endiliga gekk ynski hansara út. Prátið fall á ein góðseigara í grannalagnum.

      “Eitt tjórneyt og ein lítil aristokratur!” helt Basárov fyri so hissini. Hann hevði hitt mannin í St. Pætursborg.

      “Nasvíst at spyrja,” byrjaði Pável Petróvitj, og varrar hansara skulvu: “eftir tygara hugsan merkja helst orðini “tjórneyt” og “aristokratur” soleiðis á leið tað sama?”

      “Eg segði jú – “lítil aristokratur,” svaraði Basárov dovisliga og munnaði á teið.

      “Gaman í. Men eg ætli, at tygum við “lítil aristokratur” meina tað sama sum ein vanligur aristokratur. Eg haldi tað tí vera mína skyldu at kunna tygum um, at eg ikki haldi tað sama sum tygum. Eg tori at siga, at øll kenna meg sum ein frísinnaðan mann, ein mann, sum elskar framburðin. Men júst tí havi eg virðing fyri aristokratunum, - tað vil siga fyri teimum – sonnu aristokratunum. Havið tó í huga, háttvirdi harri, (við hesi orðini hugdi Basárov speiskliga upp á Pável Petróvitj), havið í huga, háttvirdi harri,” endurtók hann við duldum beiskleika, -“hvønn leiklut teir ensku aristokratarnir hava spælt! Teir lata ikki frá sær eitt vet av sínum rættindum og virða tí rættindini hjá hinum. Teir krevja, at onnur gera skyldu sína mótvegis teimum, og lúka tí fyrst og fremst sínar egnu skyldir. Tað er aristokratiið, sum hevur veitt Onglandi frælsið.”

      “Hatta sama havi eg hoyrt fleiri siga manga ferðir áður,” svaraði Basárov, - men hvat vilja tygum prógva við tí?” –

      “Eg vil við tí prógva, besti harri, at ein uttan sjálvsvirðing, uttan tilvitanina um sítt egna tignarlæti, - og í aristokratunum eru júst hesar kenslur serliga útmentar, - at ein uttan tær saknar eitt og hvørt haldgott grundarlag fyri ... fyri bien public – fyri samfelagsbygnaðinum. Persónmenskan, besti harri, sí, tað er tað týdningarmesta! Persónmenskan hjá eini menniskju má vera føst, hørð sum ein skel, tí alt verður bygt upp á hesa skelina. Eg veit til dømis sera væl, at tygum halda, at mínir vanar, mítt snákingarlæti, mín røkiskapur er láturligur, men tað stavar einans frá eini kenslu av virðing fyri mær sjálvum, frá einihvørji skyldukenslu, - ja, júst skyldukenslu. Eg livi gaman í á landinum, í einsemi, men fyri tað misrøki eg kortini ikki meg sjálvan, eg virði menniskjuna í mær.” –

      “Loyva tygum,” helt Basárov fyri, “tygum siga, at tygum virða tygum sjálvan, og meðan tygum siga tað, sita tygum her hendur í favn. Hvørja nyttu hevur bien public av tygum? Um tygum ikki virdu tygum sjálvan, so var tað fyri so vítt júst tað sama.” –

      Pável Petróvitj bliknaði. – “Tað er aftur ein heilt annar spurningur. Eg havi als ikki hug at greiða tygum frá, hví eg siti her hendur í favn, sum tygum loyvdu tygum at rópa tað. Eg vil bara siga, at aristokratiið er eitt prinsipp, og at einans ómoralsk ella innantóm menniskju kunnu liva uttan prinsipp. Tað segði eg longu við Arkádij hin dagin, hann var her, og endurtaki tað nú fyri tygum. Er ikki so, Nikoláj.” –

      Nikoláj Petróvitj nikkaði bert.

      “Aristokrati, liberalisma, framburður, prinsipp,” segði Basárov háðandi, - “áh tann rúgva av útlendskum og ... nyttuleysum orðum! Ein russi skuldi ongantíð nýtt tey.”

      “Hvat skal hann tá nýta eftir tygara hugsan? Tá ið ein lurtar eftir tygum, so skuldi ein hugsa, at vit stóðu uttan fyri allan humanitet, uttan fyri lógirnar. Tygum mugu viðganga, at ... søgunnar logikkur krevur ... “

      “Hvat tørva vit hennara logikk til? Vit kunnu væl bjarga okkum uttan hann.” -

      “So, hvussu tað?”

      “Jú. Tygum tørvar kortini vónandi ongan logikk til at koyra ein breyðbita í munnin, tá tygum eru svangur. Hvat skulu vit við øllum hesum abstraktiónunum?”

      Pável Petróvitj hevði ráðaleysur hondina á loft. -“Nei, eg skilji tygum ikki. Tygum háða russiska fólkið. Eg fati ikki, hvussu ein kann lata vera at viðurkenna prinsipp og lógir! Í hvørjum treysti virka tey tá?” -

      “Eg havi jú sagt tygum, kæri pápabeiggi, at vit ikki viðurkenna nakran sum helst myndugleika,” blandaði Arkádij seg uppí.

      “Drívmegin fyri okkara gerðir er tað, sum vit halda vera nyttugt,” - segði Basárov. - “Nú í løtuni er einki so nyttugt sum at avnokta, - tí avnokta vit alt.” -

      “Alt?” -

      “Alt.”

      “Hvussu? Ikki einans listina og skaldskapin ... men eisini ... eg tori næstan ikki at siga tað.”

      “Alt,” endurtók Basárov við eini ósigandi virðiligari ró. Pável Petróvitj stardi undrandi at honum. Tað hevði hann hóast alt ikki væntað. Arkádij rodnaði av gleði og nøgdsemi. 

      “Men loyvið mær at viðmerkja,” legði Nikoláj Petróvitj uppí, - “Tygum avnokta, ella tygum bróta alt niður, fyri at nýta eina meira beinrakna orðing ... Men tað má eisini byggjast upp ...”

      “Tað er ikki okkara søk, ... tað kunnu onnur gera eftir okkum. Vit mugu rudda grundina.” -

      “Støða fólksins í løtuni krevur tað,” legði Arkádij aftrat við sjálvskenslu, - “vit mugu nøkta teirra krøv, vit hava ongan rætt til at eftirlíka okkara egnu persónligu áhugamálum.” -

      Henda seinasta setningin dámdi Basárovi at síggja til einki serligt; hann minti um heimspeki, við øðrum orðum um romantismu. Basárov metti heimspeki nevniliga at vera eitt slag av romantismu. Men hann rættaði kortini ikki sín unga lærusvein.

      “Nei, nei!” brast útúr Páveli Petróvitj við bráðkomnari grimd, - “eg vil ikki, eg kann ikki trúgva, at tit, mínir harrar, veruliga kenna russiska fólkið og eru umboð fyri tess krøv og tess hugsjónir” Nei, - tað russiska fólkið er als ikki soleiðis, sum tit billa tykkum inn! Tað ærir og virðir siðaarvin, - hugsanarháttur tess er patriarkalskur, - tað livir ikki uttan trúgv.” -

      “Tað vil eg als ikki avnokta,” breyt Basárov hann av, - “eg eri enntá fúsur at viðganga, at tygum beinleiðis hava rætt í hesum.” 

      “Men tá ið eg havi rætt ...”

      “Tað prógvar kortini einki.”

      “Nei, tað prógvar júst einki,” endurtók Arkádij við eini sannføring sum ein drivin telvari, ið frammanundan hevur sæð eitt at síggja til hættisligt álop og tí ikki letur seg ørkymla.

      “Hvussu meina tygum, at tað ikki prógvar nakað?” mutlaði Pável Petróvitj heilt ovfarin av undran. - “Tygum kunnu tá ikki ganga ímóti tygara egna fólki!”

      “Og um so var?” rópti Basárov. “Fólkið! Tá ið toran gongur, so trýr fólkið, at tað er Elia profetur, sum koyrir í sínum eldvogni uppi í himlinum. Skuldi eg verið samdur við teimum í áskoðan teirra, tí eg hoyri til hetta fólkið - tí eg sjálvur eri russi?”

      “Nei, tygum eru eingin russi. Eftir øllum tí, tygum hava sagt, kann eg ikki viðurkenna tygum sum russa.” -

      “Abbi mín var bóndi og pløgdi jørðina,” svaraði Basárov við avbjóðandi stoltleika. - “Spyrji einaferð hvønn sum helst av tygara egnu bóndum, hvør okkara, tygum ella eg, hann heldur vera landsmann sín. Tygum duga jú ikki so frægt sum at tosa við bøndur.”

      “Og tygum duga at tosa við teir og vanvirða teir kortini,” -

      “Ja, hvat! Tá ið teir hava uppiborið vanvirðing. Tygum lasta mín hugsanarhátt, men hvør hevur sagt tygum, at hann er tilvildarligur og ikki heldur lagaður av hesum sama tjóðaranda, sum tygum beint nú vardu við so stórum eldhuga?”

      “Tað var eisini eitt innskot! Vilja tygum tvíhalda um, at nihilistar eru neyðugir!”

      “Um teir eru neyðugir ella ikki, - tað er ein spurningur, sum ikki tilkemur okkum at loysa. Tygum meta jú heldur ikki tygum sjálvan fyri óneyðugan.” -

      “Mínir harrar, mínir harrar, eingi persónlig álop, um mær má vera loyvt!” - segði Nikoláj Petróvitj og fór á føtur.

      Pável Petróvitj smíltist, legði hondina á økslina á bróðurinum og trýsti hann niður í stólin. “Tær nýtist ikki at óttast,” segði hann, - “eg skal júst ikki leypa framav orsakað av tí sjálvsvirðing, sum hasin harra ... harra lækni vanvirðir. Loyvið mær,” helt hann fram, í tí at hann aftur vendi sær til Basárov, - “Tygum halda kanska, at læra tygara er nakað heilt nýtt? Men har fara tygum skeivur. Tann materialisman, sum tygum prædika, hevur longu verið frammi fleiri ferðir og hevur altíð víst seg ikki at halda ...” 

      “Aftur eitt frammandorð!” breyt Basárov av. Nú fór hann at ilskast, og andlit hansara fekk ein løgnan koparlittan dám. “Fyri tað fyrsta prædika vit yvirhøvur ikki; tað liggur ikki til okkara ... “

      “Men hvat gera tygum tá?” -

      “Tað skal eg siga tygum. Fyrr í tíðini gjørdu vit vart við, at embætismenninir lótu seg mutra, at vit ikki høvdu líkinda vegir, ongan rættiligan handil, onga stjórn, ongan rætt ... “

      “Ja, ja, tygum eru sostatt samfelagsrevsari ... soleiðis haldi eg tey rópa tað. Eg eri samdur við tygum í nógvum av tygara atfinningum, men ...”

      “Men síðani komu vit eftir, at einki nyttaði at halda fram við at tala um tað, vit saknaðu, at tað ikki var ómakin vert, at tað einans førir til vatndeyva doktrinarismu. Vit komu eftir, at sjálvt okkara bestu høvd, sjálvt teir sonevndu framburðsvinirnir og reformatorarnir einki nyttaðu. Vit komu víðari eftir, at vit einans fingust við smáputl, tosaðu um onkra hissini list, ta ótilvitaðu skapandi megina, parlamentarismu, og gudarnir skulu vita um hvat, men tað snúði seg um tað dagliga breyðið. Vit vóru um at kódna í teirri grovastu pátrúgv, øll partafeløg okkara fóru á heysin, bara tí, at trot var á heiðurligum fólki. Sjálvt avtøkan av lívognarskapinum, sum stjórnin hevur havt úr at gera við, kundi ikki hjálpa okkum, tí bøndur okkara við størsta fragdi stjala frá sær sjálvum, fyri at kunna renna yvir á drykkjustovuna at drekka seg fullar.” -

      “Gott,” breyt Pável Petróvitj av, - “gott. Alt hetta hava tygum nú vissað tygum um og hava síðani gjørt av hvørki at taka tygum av einum ella øðrum.” -

      “Ja, vit hava gjørt av, hvørki at taka okkum av einum ella øðrum,” endurtók Basárov dapur. Hann gjørdist knappliga í øðini inn á seg sjálvan, tí hann hevði verið so opinskáraður við henda aðalsmannin.

      “Tygum vilja einans skelda út?”

      “Einans skelda út.”

      “Og tað kalla tygum nihilismu?”

      “Ja, tað kalla vit nihilismu,” endurtók Basárov og hesa ferð við eini serliga avbjóðandi rødd.

      “Ja so!” - segði hann við eini undarliga hóvligari rødd. - “Nihilisma skal eftir tygara hugsan kunna bøta um okkara vesaldóm. Og tygum ... tygum eru frelsari okkara, okkara bjargari. Men hví í víðastu verð skelda tygum tó hinar reformatorarnar út, tí teir tosa? Tosa tygum tó ikki eins nógv og hinir?” -

      “Um vit hava nakað at kasta okkum fyri, so er tað ið hvussu er ikki tað!” mutlaði Basárov í fúkandi øði millum tenninar.

      “Hvat siga tygum? Gera tygum so nakað - kanska? Ella fara tygum at gera nakað?” -

      Basárov svaraði ikki. Pável Petróvitj fór at skelva um allan kroppin, men sissaðist skjótt.

      “Hm! ... Gera, ... kollvelta,” helt hann fram, “men hvussu kann ein kollvelta, tá ið ein ikki so frægt sjálvur er greiður um, hví ein ger tað?” 

      “Vit bróta niður, tí vit eru kraftin,” viðmerkti Arkádij .

      Pável Petróvitj hugdi at bróðursoninum og smíltist.

      “Og av tí at vit eru kraftin, - nýtist okkum ikki at standa til svars fyri nøkrum,” segði Arkádij errin og fetti sær.

      “Ólukkuligi!” rópti Pável Petróvitj, sum ikki megnaði at hava tamarhald á sær longur. ”Um tú í minsta lagi hevði hugsað um, hvørjum tú stuðlar her í Russlandi við tínum innantóma tosi! Nei, tað kann tó fáa ein eingil at missa tolið! Kraftin! Bæði ein villur kalmukkur og ein mongoli eru fullir av kraft, - men hvat nyttar hon teimum? Tað, sum má vera okkum dýrabart, tað er siðmenningin, ja, ja, besti harri, fruktirnar av siðmenningini eiga at vera okkum dýrabarar! Og kom ikki her og sig, at tær fruktirnar einki eru verdar. Tann neyðarsligasti skeltamálarin, un barbouilleur, ein klaverspælari, ið fyri fimm kopekar um kvøldið spælir sínar dansir og sangir, er meira verdur enn tit, tí teir umboða siðmenningina og ikki ta ráu mongolsku kraftina! Tit billa tykkum inn, at tit eru framkomnir andar, men rætta pláss tykkara hevði verið í einum kalmukkatjaldi! Kraftin! Og minnist so endiliga til, mínir æraðu kraftkallar, at tit einans eru heilt fáir, meðan hinir - eru milliónir, allir teir, sum ikki vilja loyva, at tit traðka teirra mest heilagu rættindi undir fót, tær milliónirnar, sum kunnu knúsa tykkum sum einki.” -

      “Vilja teir knúsa okkum, mugu vit lata okkum tað lynda,” svaraði Basárov. - “Men tygum fara skeivur. Vit eru ikki so fáir, sum tygum halda.” -

      “Hvat meina tygum? Hugsa tygum veruliga av álvara um at fáa bilbugt ... fáa bilbugt við alt fólkið?” - 

      “Tygum vita helst, at eittans kertuljós var nóg mikið til at seta eld á allan býin Moskva,” svaraði Basárov.

      “Ja, har hava vit tað! Fyrst ein nærum sataniskan stoltleika og so eitt smakkleyst speisemi. Við tí lumpar ein sostatt ungdómin! Tað tølir ein sostatt tey óroyndu dreingjahjørtuni við! Ja, ja, hygg bara, har situr ein undir liðini á tygum, sum næstan tilbiður tygum, hygg bara at honum og frøi tygum! (Arkádij snaraði høvdið til viks og rukkaði brýr). Og henda sjúkan hevur sjálvandi longu spjatt seg víða um. Mær er sagt, at okkara ungu listamenn ikki eru at fáa til at seta síni bein í Vatikanið, tá ið teir eru í Róm. Rafael meta teir nærum at vera idiot, tí hann jú er ein “autoritetur”. Men sjálvir eru teir kraftarleysir og turrgeldir til tað ótrúliga, og hugflog teirra røkkur ikki út um tað kenda myndevnið: “ein ung genta við brunnin”, hvat teir so enn gera. Og so mála teir umrøddu gentu so úrsýnt. Men eftir teirra hugsan eru teir helst raskir kalar, er ikki so?” 

      “Eftir mínari hugsan ... “ svaraði Basárov sinniliga, - “er Rafael púra virðisleysur; men hinir nytta heldur einki longur.”

      “Frálíkt, frálíkt, hin rádni! Hoyrir tú, Arkádij , ... soleiðis eigur ungdómurin at orða seg nú á døgum. Ja, nú skilji eg, hví viðhaldsfólk tyrpast um tygum! Fyrr var ungdómurin noyddur at læra at gera okkurt; tá ið tey ikki vildu verða róptir óvitingar, máttu tey kýta seg. Men nú nýtist teimum bert at siga: alt her í heiminum nyttar einki! - og so eru tey avlærd. Hetta eru tey ungu sjálvandi sera glað um. Og sanniliga! Fyrr vóru tey bert nakrir tápulingar, men nú ... nú eru tey vorðin nihilistar!” - 

      “Mær tykir, tygum gloyma ta kensluna av sjálvsvirðing, sum tygum hálovaðu í áðni,” viðmerkti Basárov kaldliga, meðan Arkádij rodnaði upp um bæði oyru og eyguni glógvaðu. - “Okkara stríð hevur ført okkum alt ov langt av leið, ... eg haldi, at best er, at vit gevast nú. Eg fari bara at gerast samdur við tygum,” legði hann aftrat, í tí at hann fór á føtur, “um tygum kunnu nevna mær bara eittans ting í lívi okkara nú á døgum, annaðhvørt innan familjulívið ella samfelagið, sum ikki hevur fyri neyðini at vera tikið av ella umbøtt miskunnarleyst.”

      “Eg kann nevna tygum milliónir av slíkum tingum,” rópti Pável Petróvitj, - “milliónir! Til dømis, okkara landkommunur!” -

      Eitt kalt, forhánisligt smíl fór um varrarnar á Basárovi. “Á, hvat ið landkommununum viðvíkur, so skuldu tygum heldur tosa við bróður tygara um tað. Eg haldi, hann veit av royndum, hvat felagsrakstur er, felagsskapur, samhaldsfesti hjá bóndunum, teirra fráhaldsfeløg og aðrar tílíkar skemtisøgur.” -

      “Jamen, familjan, - familjulívið, soleiðis sum tað er hjá bóndum okkara!” rópti Pável Petróvitj.

      “Heldur ikki handa spurningin vil eg ráða tygum at fara nærri inn á! Hava tygum ongantíð hoyrt talað um teir fedrar, ið eru ov nærgingnir við sonarkonurnar? Nei, fylgið tygum heldur mínum ráðum, Pável Petróvitj, gevið tygum stundir einar tveir dagar, tí tygum fara neyvan at finna nakað í bræði. Farið tygum ígjøgnum allar stættir okkara og hugsið gjølla um tær, ímeðan fara vit báðir Arkádij ...”

      “Hava alt og øll fyri gjøldur!” tók Pável Petróvitj aftur í orðið.

      “Nei, vit fara at skera upp froskar. Kom, Arkádij . Vit síggjast, mínir harrar!” -

      Vinmenninir fóru. Brøðurnir báðir vóru nú einsamallir. Fyrst hugdu teir í tøgn hvør uppá annan.

      “Hatta altso,” segði Pável Petróvitj at enda, - “er nútíðar ungdómurin! Tað eru sostatt okkara - eftirmenn!” 

      “Eftirmenn,” endurtók Nikoláj Petróvitj við einum tunglyntum suffi. Undir allari orrustuni hevði hann sitið sum á glóðum og bert av og á skeitt yvir á Arkádij við einum sjúkligum eygnabrá.

      “Veitst tú, hvat eg kom at hugsa um, kæri bróðir? Einaferð skeldaðist eg við móður okkara sálu, og hon leikaði í og vildi ikki lurta eftir tí, eg segði ... Og so segði eg at enda við hana: “Tygum eru als ikki før fyri at skilja meg, tí vit eru úr tveimum ymiskum ættarliðum.” Hon kendi seg ógvuliga særda, men eg hugsaði: hvat er at gera, bitin er beiskur, men hann má svølgjast! Sí, nú er so okkara túrur, og eftirmenn okkara kunnu siga við okkum, eins og vit ta ferðina, tit hoyra ikki upp í okkara ættarlið, - svølgið nú bitan.”

      “Tú ert alt ov hásinnaður og lítillátin,” svaraði Pável Petróvitj, - “eg eri tvørtur ímóti sannførdur um, at vit hava rætt og ikki hesir smáu harrarnir, hóast vit kanska orða okkum eitt sindur gamalsliga, vieilli, og ikki hava ta freku sjálvvissuna, sum eyðkennir teir. Og so innbilskur er nútíðar ungdómurin! Tá ið tú spyrt teir: “Vilja tygum hava reyðvín ella hvíttvín?” - “Eg havi tann rótfasta vanan at taka reyðvín framum!” svara teir við bassrødd og við einum so braneggjaðum andliti, eins og allur heimurin í hesi løtu hekk í svari teirra.” -

      “Vilja tygum ikki hava meira te?” spurdi Fenitjka og stakk høvdið inn um dyrnar. Hon hevði ikki torað at fara inn í stovuna, so leingi hon hevði hoyrt røddina á teimum kjakandi.

      “Nei, tú kanst gott lata samovarin bera út, svaraði Nikoláj Petróvitj, fór á føtur og gekk ímóti henni.

      Pável Petróvitj segði stutt: bon soir,” og fór inn til sín sjálvs.