Forlagið Hemlið

Barabbas eftir Per Lagerkvist

198 DKK148 DKK

Frásøgnin hjá Pär Lagerkvist um Barabbas er ein av teimum stóru skaldsøgunum í svenskum bókmentum. Hon kom út á fyrsta sinni í 1950 og gjørdi Pär Lagerkvist heimskendan. Hann fekk Nobels heiðursløn í 1951.


Brot úr Barabbas

Øll vita, hvussu teir hingu har á krossunum, og hvørji ið stóðu savnað rundan um hann, Maria, móðir hansara og Maria úr Magdala, Veronika og Símun úr Kyrenu, sum bar krossin, og Jósef úr Arimateu, hann sum sveipaði hann í línklæðið. Men eitt sindur longri niðri í brekkuni stóð ein maður fyri seg sjálvan og fekk ikki eyguni av honum, sum hekk har uppi og doyði, eygleiddi deyðsstríð hansara frá byrjanini, og til tað var av. Navn hansara var Barabbas. Um hann er henda bókin.


Hetta var ein maður um tríati ára aldur, prúður men húðarliturin var gulbleikur, skeggið var reytt á liti, hárið svart. Eygnabrýrnar vóru eisini svartar, eyguni lógu ov djúpt, eins og vildu tey helst krógva seg. Undir øðrum eyganum hevði hann eitt djúpt arr, sum hvarv niður í skeggið. Men hvussu ein menniskja sær út, hevur ikki nógv at týða. 


Hann hevði gingið aftan á mannamúgvuni gjøgnum gøturnar heilt úr rættarhølunum, men nakað burturfrá, eitt sindur aftan fyri hini, og tá tann útlúgvaði rabbiin hoknaði undir krossinum, var hann steðgaður á og varð standandi eitt bil fyri ikki at koma yvir hagar, krossurin lá, og so høvdu teir tikið handan Símun í staðin og noytt hann at bera hann. Ikki vóru nógvir menn í fjøldini, umframt teir rómversku hermenninar sjálvandi, tað vóru mest kvinnur, ið fylgdu tí deyðadømda og so ein riðil av børnum, sum altíð runnu aftaná, tá ið onkur varð leiddur gjøgnum teirra gøtu fyri at verða krossfestur. Tey tóku tað sum ein stuttleika. Men skjótt møddust tey og fóru aftur at spæla eftir at hava kveitt eftir manninum, sum gekk aftan fyri hini, og sum hevði eitt langt arr niður eftir øðrum kjálkanum. 


Nú stóð hann her uppi á gálgaheygnum og hugdi eftir hesum manninum, sum hekk á tí mittasta krossinum, og hann fekk ikki eyguni av honum. Satt at siga hevði hann als ikki ætlað sær at fara við niðan higar, tí her var alt so óreint og dálkað til, og setti tú fótin á hetta ósæla og stórmikla staðið, so lætst tú heilt vist nakað av tær sjálvum eftir har, og tú kundi verið noyddur at komið aftur hagar og tá fyri ongantíð aftur at fara haðani. Skøltar og bein lógu slødd allastaðni, og hoknaðir hálvrotnir krossar, sum eingin dugur var í meir, men sum ikki vórðu beindir burtur, tí eingin vildi nema við nakað her. Hví stóð hann her? Hann kendi ikki henda mannin, hevði einki við hann at gera. Hvat hevði hann at gera á Golgata, hann sum var frí-kendur?


Høvdið á tí krossfesta var sokkið framyvir og hann andaði tungliga, hann mundi ikki hava so langt eftir. Hann var eingin megnarkallur. Kroppurin var rak og klantrasligur, armarnir klænir, sum vóru teir ongantíð brúktir til nakað. Ein løgin maður. Skeggið var tunt, og á bringuni vóru als eingi hár sum á einum unglinga. Honum dámdi hann einki.


Frá fyrstu løtu, hann sá hann inni í borgargarðinum, hevði hann kent á sær, at okkurt løgið var við honum. Hvat tað var, dugdi hann ikki at siga, tað var bara ein varhugi, hann hevði. Honum tókti, at hann ongantíð hevði sæð eitt sovorðið menniskja áður. Men tað var helst tí, at hann var komin beint úr fangaholinum, og at eyguni ikki enn høvdu vant seg við ljósið. Tí sá hann hann í fyrstuni, sum var hann umgirdur av eini skyggjandi glæmu. Beint eftir hvarv glæman sjálvandi, og sjónin varð sum vanlig aftur og legði merki til alt, ikki bara hann, sum stóð einsamallur har úti í borgargarðinum. Men hann helt framvegis, at tað var nakað sera løgið við manninum, og at hann líktist ikki nøkrum øðrum. Og tað var honum púra ófatiligt, at tað var ein fangi, og at hann var dømdur til deyða, júst sum hann sjálvur. Tað dugdi hann ikki at fata. Ikki tí at tað kom honum við – men hvussu kundu teir døma soleiðis? Tað var eyðvitað, at hann var ósekur.


Ja, og so vóru teir farnir við manninum fyri at krossfesta hann – og honum sjálvum høvdu teir loyst leinkjurnar av og lýst hann frælsan at vera. Tað kundi hann ikki gera við. Tað var teirra søk. Teir kundu velja, hvønn tað skuldi vera, tað stóð teimum frítt fyri, og so var tað tilvildarliga gingið á henda hátt. Báðir vóru teir deyðadømdir, men annar skuldi so frídømast. Sjálvur var hann ovfarin, at teir høvdu valt soleiðis. Meðan keturnar vórðu loystar av honum, sá hann hin hvørva millum hermenninar út gjøgnum borgargrindina, og hann bar longu krossin á bakinum.


Hann varð standandi og hugdi út gjøgnum ta tómu grindina. So gav vaktarmaðurin honum eitt skump og geylaði eftir honum: Hvat stendur tú her og gløir eftir, slepp tær burtur hiðani, tú ert jú leysur! Og so var hann raknaður við og var farin út gjøgnum somu grindina, og tá hann hevði sæð hin dragsa krossin oman gøtuna, var hann farin aftan á honum. Hví visti hann ikki. Og heldur ikki hví hann hevði staðið her í tímavís og hugt eftir krossfestingini og eftir tí drúgva deyðsstríðinum, hóast tað als einki kom honum við.


Tey sum stóðu savnað rundan um krossin har uppi, teimum tørvaði ikki at havt verið her? Ikki um tey ikki sjálv høvdu viljað. Tað mundi ikki vera nakað, sum noyddi tey at fylgja við her niðan og smitta seg við óreinsku. Men tey mundu vera næstrafólk ella góðir vinir hansara. Løgið at tey ikki tóktust at kæra seg um, at tey gjørdust órein.


Kvinnan har mundi vera móðir hansara. Hóast hon ikki líktist honum. Men hvør kundi líkjast honum? Hon var átøk eini bóndakonu, kvettin og lokað, og av og á turkaði hon sær við handar-bakinum um munnin og nøsina, sum rann, tí hon var um at gráta. Men hon græt ikki. Hon syrgdi ikki soleiðis sum hini, og hon hugdi ikki upp á hann á sama hátt sum tey. So tað mundi vera móðir hansara. Helst hevði hon allarstørstu samkenslu við honum, men sá kortini út, sum fýltist hon á hann, at hann hekk har, at hann hevði borið so í bandi fyri seg sjálvan, at hann varð krossfestur. Hvussu reinur og ósekur hann enn var, so mundi tað vera sjálvgjørt so ella so, og tað kundi hon ikki góðtaka. At hann var ósekur, tað visti hon jú, við tað at hon var móðir hansara. Hvat hann so enn hevði gjørt, so helt hon sjálvandi, at tað var hann.


Hann fyri sín part hevði onga móður. Og heldur ongan pápa fyri alt tað, ið hvussu er hevði hann ongantíð hoyrt nakran grettan. Skyldfólk vóru heldur eingi, sum hann visti av. So um tað hevði verið hann, sum var krossfestur, so hevði ikki verið slík gremjan. Ikki sum um handan. Tey slerdu seg fyri bringuna og tíggjaðu sær, sum høvdu tey ongantíð verið fyri slíkari sorg, og har var ein øðilig grátan og suffan í heilum.


Handan á krossinum høgrumegin kendi hann væl. Um so var, at hann mundi síggja hann standa her niðri, so helt hann kanska, at hann stóð har fyri hansara skuld, fyri at síggja hann rættiliga pínast. Tað gjørdi hann jú ikki, tað var als ikki tí, hann var her. Men nakað ímóti at síggja hann krossfestan hevði hann ikki. Um nakar hevði uppiborið at doyggja, so var tað hasin kjálkin. Gaman í ikki fyri tað, sum hann var dømdur fyri, men fyri nakað heilt annað.


Men hví hugdi hann eftir hasum – og ikki eftir tí í miðjuni, sum hann var her fyri, hann sum hekk har í hansara stað. Hann, sum noyddi hann higar, og sum hevði so løgið vald á honum. Vald? Um nakar sá máttleysur út, so mundi tað vera hann. Neyðarsligari mundi eingin hanga á einum krossi; hinir báðir sóu als ikki soleiðis út og tóktust ikki líða so nógv av tí sum hann. Teir høvdu kreftir eftir, tað sást. Hann megnaði ikki so frægt sum at halda høvdinum uppi, tað var sokkið heilt niður á bringuna.


Men nú lyfti hann tí kortini eitt sindur, tann skrámuta, hárleysa bringan kikkaði eftir ondini og tungan fór eftir teimum uppturkaðu varrunum. Hann venaði seg okkurt um, at hann var tystur. Hermenninir, sum lógu og spældu terningaspæl eitt sindur niðri í brekkuni og ótolnaðust um, at teir upphongdu ikki kundu skunda sær at doyggja, hoyrdu tað ikki. Men ein av teimum avvarðandi fór oman til teirra og segði tað við teir. Ein hermaður reisti seg við ringum tannabiti og fór yvir og drap ein svamp niður í eitt leirker og rætti upp til hansara á eini stong, men tá ið hann kendi smakkin av evjuni, sum hann beyð honum, vildi hann ikki hava, og tað stóð hasin ótangin og flenti at, og tá hann kom aftur til vinmenninar lógu teir allir og gnisaðu eftir tí. Hasir devlarnir!

Næstrafólkini ella hvørji tey enn vóru, hugdu frá sær sjálvum upp á tann neyðar krossfesta, og hann eymkaði seg og kikkaði eftir ondini, og tað var eyðsæð, at hann skjótt fór at geva upp andan. Ongantíð betur, um tað skjótt varð av, so hann slapp undan at pínast meira. Tað helt hann eisini, hann sum stóð her niðri. Bara tað skjótt var av! So títt og knapt tað var liðugt, fór hann at skunda sær hiðani og ongantíð hugsa um hetta aftur!… 


Men brádliga gjørdist myrkt um allan heyggin, sum hevði sólin mist ljósið, tað gjørdist næstan bølaniða, og uppi í myrkrinum rópti hin krossfesti við harðari rødd: „Guð mín, Guð mín hví fórt tú frá mær!“ Tað ljóðaði ræðuligt. Hvat mundi hann meina við? Og hví gjørdist alt myrkt? Tað var jú alljósur dagur. Hetta var púra ófatiligt. Teir tríggir krossarnir hómaðust valla har uppi, tað tóktist so óhugnaligt. Óivað fór okkurt ræðuligt at henda. Hermenninir vóru lopnir á føtur og høvdu tikið til vápnini – hvat ið enn hendi, so tóku teir altíð til vápnini. Teir stóðu við sínum langspjótum har uppi rundan um krossarnar, og hann hoyrdi teir teska óttafullar sínámillum. Nú vóru teir bangnir! Nú gnisaðu teir ikki longur. Teir vóru sjálvandi pátrúnir.


Sjálvur var hann bangin. Og glaður tá ið dimmið aftur fór at lætta eitt sindur, og alt fór at vera eitt sindur meira sum vanligt. Nú lýsti so líðandi, sum tað ger um morgnarnar. Dagslýsið legði seg um herðuna og um oljutrøini kring um, og fuglarnir, sum høvdu verið tigandi, fóru at láta aftur. Tað var fullkomiliga, sum var tað morgun.


Næstrafólkini har uppi stóðu so kvirr. Nú hoyrdist eingin grátur og gremjan haðani. Tey stóðu bara og hugdu upp á hann á krossinum – og sjálvt hermenninir gjørdu tað sama. Alt var vorðið so stilt.


Nú kundi hann fara avstað, so nógv sum hann vildi. Tí nú var alt av. Og sólin lýsti aftur, og alt var púra sum vant. Tað hevði bara verið myrkt eina løtu, tí at hann doyði.


Jú, nú fór hann. Tað skuldi hann, tað var greitt. Hann hevði einki her at vera til longur. Ikki nú hasin har var deyður, so var eingin orsøk til tað longur. Teir tóku hann niður av krossinum – sá hann áðrenn hann fór. Teir báðir menninir sveipaðu hann í eitt fínt línklæði – sá hann. Kroppurin var heilt hvítur, og teir tóku so varliga um hann, sum vóru teir bangnir fyri at koma til at gera honum mein, kanska vera honum atvold til pínu ella tílíkt, teir bóru seg løgið at, tí hann var jú bæði krossfestur og deyður og alt. Tey vóru heilt margháttlig hasi fólkini. Men móðirin stóð við táratómum eygum og hugdi eftir tí, sum hevði verið sonur hennara, og tað var eins og tað døkka andlitið ikki megnaði at bera fram sorg hennara, men einans at hon ikki dugdi at fata tað, ið hent var og ongantíð kundi fyrigeva tí. Hana skilti hann betur.


Tá tey øll fóru framvið eitt sindur frá honum og menninir bóru kroppin, ið var ballaður í línklæðið, og kvinnurnar fylgdu aftaná í tí sorgtyngda fylginum, tá teskaði ein av kvinnunum okkurt við móður hansara – meðan hon peikaði yvir á Barabbas. Hon steðgaði á og hugdi upp á hann við eygum so fullum av hjálparloysi og ákæran, at hann ongantíð kundi hugsa um at gloyma tað. Tey hildu leiðina fram oman Golgatavegin og fóru síðani eftir eini gøtu, sum fór til vinstru.


Hann fór aftan á teimum so langt aftanfyri, at tey ikki varnaðust. Í einum urtagarði nakað haðani løgdu tey hin deyða í eina grøv, sum var høgd inn í klettin. Og eftir at tey høvdu biðið við grøvina, veltu tey ein stóran stein fyri munnan og fóru avstað haðani.

Tá fór hann yvir hagar og varð standandi eitt bil. Men hann bað ikki, tí hann var illgerðarmaður, og bøn hansara fór ikki at verða hoyrd, so mikið minni sum misbrot hansara ikki var bøtt. Og fyri alt tað kendi hann ikki hin deyða. Men hann varð standandi eitt bil.


So fór hann eisini inn móti Jerusalem.