Forlagið Hemlið

Bøðilin eftir Per Lagerkvist

150 DKK

Bøðilin skrivaði Pär Lagerkvist longu í 1933, árið tá ið Hitler tók við valdinum. Íblásturin var ein ferð gjøgnum Týskland. Einki norðurlendskt skald hevur megnað at givið okkum ein sterkari varhuga av tátíðar yvirtrúgv og bonskleika, og meira óhugnaliga veruleikasatt hevur eingin frammanundan sæð teir ræðuleikar, sum fóru at koma. Javnberingin tekur kvørkratak á lesaran.


Brot úr Bøðilin

Bøðilin sat og drakk við eitt skýmligt borð inni á vertshúsinum. Í glæmuni frá tí einasta, slímandi kertiljósinum, sum verturin unti teimum, hekk hann stórur og máttmikil fram á borðið í sínum blóðreyða búna við hondini um ennið, har bøðilsmerkið var brent inní. Nakrir handverkarar og hálvfullir sveinar úr grannalagnum skrálaðu í hinum endanum á borðinum, í hansara enda sat eingin. Við ljóðleysum fetum smeyg gentan um steingólvið, og hondin á henni skalv, meðan hon fylti honum í krússið. Ein lærudrongur, sum hevði sníkt seg innar og helt seg fjaldan í myrkrinum, slúkti hann við lýsandi eygum.

    - Ølið er gott, tú skarprættari! rópti ein av sveinunum. Tú veitst helst, at gamla hevur verið uppi á gálga og har sníkt sær ein tjóvsfingur frá tær og hongt hann í einum tráði niður í tunnuna. Hon unnar ongum at hava betri øl, enn hon hevur sjálv og ger alt fyri sínar gestir. Og einki er, sum gevur slíkan blóma í ølið sum ein fingur frá gálganum, veitst tú!
    - Nei, tað er undranarvert við øllum, sum kemur haðani, segði ein gamal skeivmyntur skópjøssari og streyk hugsin ølið av tí visna skegginum. Hvat tað hevur av løgnari megi.
    - Tað má meg líða! Eg minnist, eg var við einaferð, tá teir hongdu ein bónda fyri veiðistuldur har heima, hóast hann segði, at hann onga skyld hevði. Tá ið meistarin sparkaði hann av stiganum og lykkjan sansaði at, so slepti hann einum freti, sum deymaði um allan heyggin og blómurnar bliknaðu og grasið eystureftir lá sum følnað og visnað, tí hann var vestan í ættini, skuldi eg siga, og misvøkstur var har um leiðir tað summarið.
Teir flentu so teir veltu seg inn yvir borðið.
    - Ja, pápi mín hann segði frá, at í hansara ungu døgum var ein garvari, sum hevði bólað við einari, hann var svágdur við, og honum hendi júst tað sama, tá ið hann skuldi til tað, - sum lætt kann henda honum, ið so brádliga skal fara hesum foldum frá. Tá teir so tóku seg aftur eftir hæli fyri blástrinum, sóu teir eitt skýggj, sum hevjaði seg upp móti himlinum, og tað var so svart, so tað var andskræmiligt á at líta, og har afturi sat fjandin sjálvur og stýrdi við eini eldkvísl avstað við tí syndigu sálini og flenti vælnøgdur við deymin.
- Eg vil ikki hoyra tykkara møsn, helt tann gamli fram og skeitti yvir at bøðilinum. Eg tosi álvara um, hvørja megi slíkt hevur, tí tað er vist og satt. Sum nú Kristin hjá Onnu, hann sum fall um við froðu um munnin, tí at hann varð besettur! Eg var sjálvur við og hjálpti til at halda honum mangar ferðir og fáa  munnin upp, og tað var ræðuligt, sum tað reið honum, nógv verri enn hjá nøkrum øðrum, eg havi sæð. Men tá so mamma hansara fekk hann yvir hagar, sum Jerker, smiðurin, umkomst, og hann fekk drukkið av blóðinum, so varð hann frískur. Hann er ikki fallin um eina tað einastu ferðina síðani.
.................



Fleiri fólk vóru komin inn, tað surraði og tysjaði, harðar røddir og látur og glintan av gløsum burturi í hálvmyrkrinum, globusin undir loftinum snaraði spakuliga og kastaði eina ótýðiliga blávioletta og grønliga glæmu, dansandi pør sveimaðu um gólvið onkustaðni mitt í og tónleikurin hoyrdist spakuliga.
Dansurin helt fram úti í gongunum millum borðini, spjaddist um alt hølið, kvinnur í ljósum veitsluklæðum hingu upp at monnunum við hálvopnum eygum, orkestrið dunkaði sín jazz.
Ein vøkur hyldlig kvinna gleið framvið, vendi sær við yvir økslina á kavalerinum.
- Nei hygg, er bøðilin her, segði hon. Áhugavert, ha!
Ljósglæman blaktraði yvir mannamúgvuna, borðini lýstu bleik og líkgrøn, tænararnir runnu við sveittabroti gjøgnum surrið og skrálið, sjampanjupropparnir smeltu.
Ein feitur harri við buklaðum kragabrósti kom yvir og bukkaði kurteisliga.
- Tað er okkum ein stórur heiður at síggja bøðilin okkara millum, segði hann og vríggjaði týður hendurnar, trýsti nasaklemmaran niður fyri tey smáu stingandi eyguni.
Dansurin endaði, og pørini spjaddust og settu seg læandi við borðini.
- Veitst tú, at bøðilin er her?
- Nei, er hann tað!
- Ja, hann situr har yviri.
- Tað var vorðið sum, ha!
Ein ungur maður við bragdliga barnsligum andliti trein fram fyri honum, stóð rætt við arminum strektum upp í loft. – Heil! segði hann og stóð eitt bil sum steinrunnin. Vendi sær við og smekkaði aftur hælirnar saman, fór síðani aftur á sítt pláss.
Málageip og látur ljóðaði, eitt kloddut mannfólk kom inn og gekk runt og teskaði okkurt við borðini við tí klæntrasligu hondini strektari fram, til hann varð rendur út. Letivættini sótu og munnaðu sær á.
- Hann er øðiliga fínur í hasum reyðu klæðunum, ha!
- Ja, øðiliga!
- Og so harðrendur hann sær út!
- Hann líkist einum pútudevli, haldi eg.
- Á tegi við tær, ert tú galin! Hann er ein rættur tignarligur fýrur.
- Hví situr hann alla tíðina við hondini fyri pannuna, ha?
- Áh, hvussu skal eg vita tað.
- Hann er smartur.
- Ja.
- Hvussu heldur tú, tað er við einum bøðili, ha?
- Á, leskiligt, kanst tú hugsa tær.
Tónleikurin byrjaði aftur, nú meira langtandi, eitt annað orkestur, sum spældi. Pørini gliðu út í tað sveimandi bláa ljósið, teir mjáu armarnir hingu um herðarnar, og eyguni blundaðu sær hálvsovandi    .
- Man nakað serligt fara at verða í morgin?
- Ikki veit eg, men teir skulu jú hava eina rúgvu av fólki, sum teir ætla at taka  av lívi. Gjarna fyri mær.
- Ja, tað ger einki. Ov mikið av fólki er til í heiminum, hampilig og skilafólk. Tað er altíð tey bestu, sum verða eftir kortini.
- Víst so.
Ein eldri hermansligur harri við smaskandi munni og føstum, hoppandi fótafetum kom fram við bøðilsborðinum.
- Frálíkt, at skil kemur á, harra bøðil! Fólkið má pínadoy læra at haga sær!
- Nei, hvat nú! Vit hava bílagt sec og so koma tit við hálvturrum! Hvat er hetta fyri atburður!
- Orsaka, orsaka ...
- Ja, tað kunnu tit siga. Ein slík borðreiðing! Og so mást tú bíða  eina ævi.
- Og so hevur hann haraftrat longu trekt hana upp!
- Ja, hana mugu tygum býta um. Vit drekka ongantíð annað enn turt.
Ein vælgødd borgarafrúgv, sum hevði verið úti á konufólkavesinum kom vappandi framvið, tá hon fekk eyga á bøðilin sló hon hendurnar saman.
- Nei, hugsa sær til! Er bøðilin her! Tað má eg sanniliga siga Herberti frá!
Hon fór yvir og legði trúnaðarliga hondina á armin á bøðilinum.
- Sonur mín vil heilt vist ræðuliga fegin læra tygum at kenna. Hann er nakað so hugtikin av blóðbaði, tað kæra barnið!